16 ára gamal skoraði sigursmálið

1. DEILD: Hann hevði verið á vøllinum í tríggjar minuttir í sínum fyrsta dysti, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið

16 ára gamli Rói W. Fossabrúgv hevði verið tríggjar minuttir á vøllinum, tá ið hann fyrstu ferð nart bóltin og skoraði sigursmálið

16 ára gamli Rói W. Fossabrúgv hevði verið tríggjar minuttir á vøllinum, tá ið hann fyrstu ferð nart bóltin og skoraði sigursmálið

Tað var vorðið sum fyrsti dystur á næstbesta liðnum, tá ið 16 ára gamli Rói W. Fossabrúgv í kvøld var lítla løtu á næstbesta B36 liðnum.

Støðan var 1-1, tá ið hann seks minuttir undan dystarloki varð skiftur inn á B36 miðvøllin. Tríggjar minuttir seinni varð hann á rætta staðnum, tá ið bólturin varð sendur innfyri úr vinstru, og tað var fyrstu ferð yvirhøvur, at hann nart bóltin, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið og harvið syrgdi fyri, at B36 vann 2-1.

Fleiri ferðir fyrr í summar hevur tað ikki eydnast næstbesta liðnum hjá B36 at vinna úrtøku, hóast talan hevur verið um greiða yvirvág í spæli og møguleikum. Eitt dømi um hetta var tað, tá FC Hoyvík fyrsta august hevði vitjan av B36, sum noyddist oman aftur í Gundadal við 2-1 tapi.

Í kvøld hevði B36 vitjan av FC Hoyvík. B36 vann 2-1, men tað var altso um reppið, at gestirnir fóru úr Gundadali við einum stigi.

B36 hevði vindin ímóti í fyrra hálvleiki, og tá høvdu heimamenninir gott tak á spælinum. Eitt korter var farið, tá ið Jóhann Joensen streyk ígjøgnum í vinstru og skoraði til 1-0. B36 hevði fleiri aðrar góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna. Og so var tað ein minutt undan steðginum, at Vensil Djurhuus við høvdinum setti bóltin í málið til 1-1, eftir at Kristin Mouritsen við frísparki legði innfyri.

Eftir steðgin var spælbýtið javnari enn tað var í fyrra hálvleiki. Tað vóru møguleikar báðar vegir, men tað var ikki fyrr enn tríggjar minuttir undan leikloki, at tað eydnaðist B36 at skora 2-1 sigursmálið. Og málskjútti var 16 ára gamli Rói W. Fossabrúgv, sum – fyrstu ferð hann nart bóltin – við høvdinum skoraði.

FC Hoyvík er á níggjunda plássi við 9 stigum, og B36 flutti í kvøld frá áttanda og fram á sætta plássið við  23 stigum.

Týskvøldið skal FC Hoyvík til Runavíkar, og B36 skal til Sørvágs.

16 ára gamli Rói W. Fossabrúgv hevði verið tríggjar minuttir á vøllinum, tá ið hann fyrstu ferð nart bóltin og skoraði sigursmálið