16 ára gamal var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Toppliðið Víkingur skoraði trý mál fyrsta hálva tíman, og so var alt avgjørt ímóti KÍ, sum tapti fyri sættu ferð á rað

16 ára gamli Olaf Bárðarson, sum her sæst saman við Víkingaformanninum Brandi Jacobsen, skoraði tvey mál í sigrinum ímóti KÍ

16 ára gamli Olaf Bárðarson, sum her sæst saman við Víkingaformanninum Brandi Jacobsen, skoraði tvey mál í sigrinum ímóti KÍ

Tað er als eingin slingur í valsinum hjá teimum næstbestu hjá Víkingi, hóast venjarin er skiftur, og Svenn Ó. Olsen hevur avloyst Jóhan Petur Poulsen, sum nú er venjari hjá besta liðnum.

Í kvøld vann Víkingur á heimavøllinum, sum í kvøld var í Sarpugerði, 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Meðan tað gongur sum eftir ánni hjá teimum í Eysturkommunu, so er tað meiri striltið hjá KÍ. Tapið í kvøld var tað sjeynda á rað. Soltna úrtøkan hevur við sær, at KÍ, sum í fjør vann deildina og fyrr í ár var við í kappingini um heiðursmerkjapláss, er dottið niður á sjeynda pláss.

16 ára gamli Olaf Bárðarson setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Elias Lervig til 2-0. Fimm minuttir seinni var Olaf Bárðarson aftur upp á spæl, tá ið hann økti til 3-0.

KÍ minkaði um munin til 3-1, tá ið tað restaðu stórir tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og so vórðu ikki fleiri mál skorað.

Víkingur var greitt omaná Tølini siga, at heimaliðið vann seks hornaspørk, og KÍ vann tvey hornspørk. Víkingur hevði átta royndir ímóti KÍ málinum, og KÍ hevði tvær royndir ímóti heimamálinum.

Fríggjadagin fær KÍ vitjan av 07 Vestur, og Víkingur fær vitjan av B71.

16 ára gamli Olaf Bárðarson, sum her sæst saman við Víkingaformanninum Brandi Jacobsen, skoraði tvey mál í sigrinum ímóti KÍ