17 Veddingarfyritøkur: Føroyar hava ongan møguleika móti Ukraina

Hægstu oddsini uppá heimasigur til Ukraina móti Føroyum í EM-undankappingardystinum seinnapartin eru 1,05

17 altjóða veddingarfyritøkur geva Føroyum lítlan og ongan møguleika at fáa stig móti Ukraina klokkan 15.30 seinnapartin

17 altjóða veddingarfyritøkur geva Føroyum lítlan og ongan møguleika at fáa stig móti Ukraina klokkan 15.30 seinnapartin

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur gott og væl ongan møguleika móti Ukraina í EM-undankappingardystinum, ið verður leiktur seinnapartin klokkan 15.30.

Hetta eru 17 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds uppá dystin púra samdar um. Hægstu oddsini uppá ukrainskan heimasigur eru 1,05. Summar veddingarfyritøkur lata bara 1,01 í oddsum uppá ukrainskan heimasigur.

Oddsini uppá føroyskan útisigur sveiggja millum 12 og 20. Oddsini uppá javnleik sveiggja millum 17 og 34.

Seinast liðini møttust í Royal Arena í Keypmannahavn 13. apríl í 2019 vóru ukrainar sera hepnir at vinna 27-26. Heimadystin tríggjar dagar frammanundan vunnu ukrainar tó trygt 30-19.

Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal fer aftaná tíðindasendingina klokkan 15 at hava eina øðrvísi frásøgn av EM-undankappingardystinum millum Ukraina og Føroyar. Saman við sær hevur Sjúrður bæði Hjalta Mohr Jacobsen og Andrias Eriksen sum viðmerkjarar.

Her eru oddsini uppá EM-undankappingardystin millum Ukraina og Føroyar:

Veddingarfyritøkur: Ukraina-Føroyarheimasigurjavnleikurútisigur
10Bet  1.03 22.00 18.00
1xBet  1.05 25.00 14.00
888sport 1.0319.0013.00
bet-at-home  1.03 26.00 15.00
bet3651.0320.00 15.00
Betclic  1.0326.00 15.00
Betfair 1.03 31.00 20.00
Betsafe 1.04 22.0015.00
Betsson 1.04 22.0015.00
BetVictor  1.02 21.0013.00
Betway 1.02 21.00 12.00
bwin 1.0221.00 14.00
ComeOn  1.03 22.00 18.00
Interwetten  1.0326.00 15.00
Unibet 1.0319.0013.00
William Hill 1.0317.0015.00
youwin 1.0134.0017.00
Gjøgnumsnitsodds:1.0323.1815.12

 

 

17 altjóða veddingarfyritøkur geva Føroyum lítlan og ongan møguleika at fáa stig móti Ukraina klokkan 15.30 seinnapartin