2 x Bjartalíð: Hoyr málini og samrøðu við málskjúttan (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum Jóannes Bjartalíð skoraði í 2-0 sigrinum á Víkingi, og hoyr samrøðu við málskjúttan, og við venjaran hjá Víkingi

KÍ er einsamalt oddalið aftaná 2-0 sigurin á Víkingi í kvøld

KÍ er einsamalt oddalið aftaná 2-0 sigurin á Víkingi í kvøld

##med2##

KÍ er einsamalt oddalið í Betrideildini, ið hvussu er til sunnukvøldið klokkan 21. Tað er veruleiki aftaná KÍ hevur á nýggja undirlagnum á heimavølli vunnið 2-0 á Víkingi. Bæði málini vóru skoraði í seinna hálvleiki av sama málskjútta, Jóannesi Bjartalíð.

Um málini skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - Í fyrra førinum var tað við skoti av brotsteigarmarkinum og mitt fyri eftir sending frá Jóannesi Danielsen. Bólturin fór umvegis stólparótina til høgru fyri málskjúttan og í málið. Tá var seinni hálvleikur fimm minuttir gamal. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið hugflogsríkt KÍ álop endaði við, at Semir Hadzibulic spældi Jóannes Bjartalíð leysan, og Bjartalíð varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann sendi bóltin umvegis handaru stólparótina og í málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð, ið er ovurfegin um málini, og ikki minst sigurin á Summarfestivalinum.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze. Bagge ásannar triðja tapið á rað, men hann minnir á, at Vìkingur hevur 27 stig eftir at spæla um, og hann trýr uppá, at teir fara at koma á sigursslóðina aftur.

Støðan:

 

1.16 dystir122238:1138 stig
2.NSÍ15112239:1535
3.Víkingur18112538:2435
4.B36 16112325:1435
5.HB 17104341:1734
6.Skála17701018:2121
7.TB 1753915:3118
8.EB/Streymur17231217:409
9.AB 17221316:468
10.ÍF16121311:395

      

 

 

KÍ er einsamalt oddalið aftaná 2-0 sigurin á Víkingi í kvøld

(KÍ-Víkingur 2-0: Málini og samrøður)