2 x Kyndil-VÍF og TB-Fleyr á FM1 sunnudagin

Sagt verður frá báðum dystunum millum Kyndil og VÍF, og frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti millum TB og Fleyr

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og VÍF á FM1 sunnudagin

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og VÍF á FM1 sunnudagin

Stórur ítróttardagur verur á FM1 sunnudagin, har sagt verur frá tveimum hondbóltsdystum og einum flogbóltsdysti.

Klokkan 14 byrjar beinleiðis frásøgnin hjá Sjúrði H. Hoydal av dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og VÍF, ið eru oddalið við 18 stigum hvør.

Klokkan 14.30 byrjar beinleiðis frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti millum TB og Fleyr í høllini í Trongisvági.

Frá klokkan 16 byrjar frásøgnin hjá Sjúrði H. Hoydal av dystinum í Okkara-deildini millum Kyndil og VÍF. VÍF er nummar fýra við 12 stigum, og Kyndil er nummar seks við átta stigum.

Samrøður við umboð fyri Kyndil, VÍF, TB og Fleyr koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella í útvarpslurtinum á frekvensunum: FM 88,7;   FM 91,7;   FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og VÍF á FM1 sunnudagin