2.000 íðkarar kappast á oyggjaleikunum í Gibraltar

(OYL) Talan er ikki um størstu oyggjaleikirnar í søguni. Teir størstu oyggjaleikirnir vóru á Jersey í 2015

Her sæst ein partur av føroyska oyggjaleikahópinum í SMS farna leygardag

Her sæst ein partur av føroyska oyggjaleikahópinum í SMS farna leygardag

2.000 íðkarar úr 24 oyggjum taka lut á oyggjaleikunum á Gibraltar, dagarnar 6. juli til 12. juli.

Talan er ikki um størsta luttakaratalið í oyggjaleikasøguni. Størsta luttakaratalið var til leikirnar á Jersey í 2015. Tá kappaðust 2.430 ítróttarfólk. 

Minstu oyggjaleikirnir vóru fyrstu leikirnir, ið vóru á Isle of Man í 1985. Næstminstu leikirnir eru einastu leikirnir Føroyar hava hýst. Í 1989 kappaðust 800 ítróttarfólk á oyggjaleikunum í Føroyum.

Her sæst yvirlitið yvir hvussu nógv ítróttarfólk hava kappast á teimum ymisku oyggjaleikunum:

Ár:Leikir:VertstjóðTal av luttakaralondum:Ítróttarfólk:Ítróttir:
1985I Oyggin Man157007
1987II Guernsey181,0499
1989III Føroyar1580011
1991IV Áland171,50013
1993V Oyggin Wight191,44814
1995VI Gibraltar181,21413
1997VII Jersey20~2,00013
1999VIII Gotland221,85814
2001IX Oyggin Man222,02015
2003X Guernsey232,12915
2005XI Hetland241,65814
2007XII Rhodos252,34314
2009XIII Áland242,28614
2011XIV Oyggin Wight242,31114
2013XV Bermuda221,29614
2015XVI Jersey242,43014
2017XVII Gotland232,33314[4]
2019XVIII Gibraltar24~2,00014[8]
2021XIX Guernsey24~3,000 (mett tal)14
2023XX Orknoyggjar13

Kelda: Wikipedia

Her sæst ein partur av føroyska oyggjaleikahópinum í SMS farna leygardag