22 ár millum málskjúttarnar

1. DEILD: Við sannførandi sigri ímóti NSÍ er tað framvegis upp til teir í 07 Vestur sjálvar at gera av, um teir skulu flyta upp

Tað gekk sum eftir ánni hjá 07 Vestur, sum í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Gestirnir í Sørvági í dag hava annars staðið seg ógvuliga væl og eru næstovastir á støðutavluni.

07 Vestur vann 5-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

Ofta hevur NSÍ havt fleiri á liðnum, sum eisini plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Soleiðis var tað ikki ídag. Einasti av teimum, sum eisini plaga at vera á besta liðnum, var Jann Martin Mortensen. Hann umsetti í sjeynda minutti brotsspark til mál og 1-0 til NSÍ.

Tveir minuttir seinni svaraði 07 Vestur aftur. Tað var Eiler Fróðason, sum javnaði eftir horna. Jóannis á Steig átti uppleggið.

Fimm minuttir undan steðginum legði Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur á odda 2-1. Uppleggið átti Karl Weihe.

Beinanvegin eftir steðgin javnaði NSÍ. Stóripinnur hevði bara verið tríggjar ferðir rund, so var 2-2. Jørgen Nielsen javnaði. Hetta var fimtanda málið hjá 16 ára gamla Jørgeni Nielsen í ár. Hann er nú toppskjútti í næstbestu deildini saman við Andri Benjaminsen hjá B68.

Frá 54. og fram til 66. minutt skoraði 07 Vestur trý mál. Eiler Fróðason varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann legði 07 Vestur á odda 3-2, og minuttin eftir økti Zoran Vujovic til 4-2. Tá átti Tór-Ingar Akselsen uppleggið, og Tór-Ingar Akselsen staðfesti 5-2 sigurin og varð harvið tvífaldur málskjútti. Tá átti Rafael Veloso uppleggið.

17 ára gamli Eiler Fróðason og 39 ára gamli Tór-Ingar Akselsen skoraðu tvey mál í part. Merkisvert er tað, at tað eru 22 ár millum teir báðar málskjúttarnar.

Søti sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 36 stig og framvegis hevur møguleika at vinna plássið, sum heilt víst ber beinleiðis uppflyting við sær. Næstu ferð skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti oddaliðnum Víkingi, og so bíðar 07 Vestur útidystur ímóti B68.

NSÍ skal um eina viku spæla á heimavølli ímóti B71.