22 ár síðani málveitsluna móti Spania

Jens Martin var ikki blíður eftir dystin, sum endaði við 6-2 sigri til Spania

Hetta er yvirskriftin á Sosialinum eftir dystin á Svangaskarði

Hetta er yvirskriftin á Sosialinum eftir dystin á Svangaskarði

Mikudagurin 4. september í 1996 er ein teimum meiri minniligu í føroyskari landsliðssøgu. Sponsku heimsstjørnurnar eru á vitjan á Toftum. Vit fara nú ein túr aftur í tíðina til eina málveitslu á Svangaskarði, nú Spania aftur er á vitjan í Føroyum 

Brot úr grein í Sosialinum mikudagin 5. juni 2019 

Fyri aðru ferð í søguni skal føroyska landsliðið takast við sponsku heimsstjørnurnar. Fyrru ferð var í undankappingini til HM 1998, tá føroyska liðið skoraði trý av teimum seks málunum, sum Spania fekk ímóti. Tvey av teimum koma á Svangaskarði mikudagurin 4. september í 1996. Føroyar hava havt vitjan av londum sum Rumenia, Belgia og Wales, men sponsku heimsstjørnurnar eru eitt stig longur upp.

##med6##

Millum spælararnir eru stjørnur hjá FC Barcelona sum Josep Guardiola og Luis Enrique, sum báðir seinni hava verið venjarar í katalanska stórfelagnum. Hartil er Luis Enrique spanskur landsliðsvenjari í dag, men er ikki við á ferðini. Eisini er nú fyrrverandi spanski landsliðsvenjarin, Fernando Hierro, sum í fleiri ár var liðskipari hjá Spania og Real Madrid, við í dystinum móti Føroyum.

 

Venja í Gundadali

Spanska landsliðið venur undan dystinum á niðaravølli í Gundadali. Sponsku spælararnir eru vinarligir og hava yvirskot. Teir skriva fegnir autografar og taka myndir saman við børnunum, sum eru komin til venjingina. 

- Eg visti ikki, at vit vóru so kendir her, men tað er stuttligt at hoyra børini rópa nøvnin hjá okkum til venjing í gjár, sigur Luis Enrique undan dystinum við Sosialin.

##med2##

Venjarin hjá Spania, Javier Clemente, er illbrýtur, tá spanska landsliðið hevur tíðindafund. Sosialurin skrivar, at tað eru um 40 tíðindafólk úr Spania til dystin. Tey seta kontantar spurningar, men fáa eisini kontant svar frá venjarnum, sum ikkki veit so nógv um Føroyar.

- Vit viðra tykkum, men vit vinna, sigur Javier Clemente.

 

Todi er við

Stóra søgan í føroysku legðuni er, at Todi Jónsson er aftur á landsliðnum. Tað er ósemja um treytirnar fyri áleyparan úr Lyngby. Tí er Todi ikki við, tá Føroyar í evstu løtu tapa 2-1 móti Slovakia.

Nú er avtala gjørd, so at klaksvíkingar kann spæla við. Tað skal vísa seg at verða ein góð avgerð.

- Sleppi eg at byrja inni, so havi eg eitt ynski um at gera alt tað eg eri mentur fyri landsliðið, sigur Todi Jónsson undan dystinum við Sosialin.

 

Luis Enrique skorar

Tað er eitt framrættað føroyskt lið, sum bjóðar Spania upp til dans frammanfyri áleið 4.200 áskoðarum. Todi Jónsson, Jan Allan Müller og John Petersen byrja allir inni. Tað er eisini líka við, at Føroyar koma á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Jan Allan Müller fær bóltin í málið, men tiverri er talan um rangstøðu. Stutt fyri hálvleik leggur Luis Enrique Spania á odda, eftir gott uppspæl í høgru.

 

Todi javnar

Seinni hálvleikur er bara fáar minuttir gamal, tá John Petersen sendir Toda Jónsson avstað. Komin í brotsteigin smekkar hann til við høgra beini og skorar. Í eitt korter ella so stendur á jøvnum millum Føroyar og Spania.

- Eg havi onkuntíð sæð málið umaftur. Tað sum eg leggi mest merki til er hvussu fólkini uttanfyri reagera. Bæði spælararnir og áskoðaranir blíva garvill, tí vit javna móti Spania í seinna hálvleiki, segði Todi Jónsson á FM1 fyrr í ár. Hann mintist eisini aftur á persónligu støðuna.

##med3##

- Tað var eisini eitt slag av persónligum sigri fyri meg, tí eg hevði verið í kríggj við Fótbóltssambandið og hevði givið avboð til dystin frammanundan. Tað var stuttligt at skora móti Spania. Tað er kanska meiri held enn fornuft, at eg skori við høgra beini, sigur Todi Jónsson við einum brosi.

 

Spania setur trumf á

Javier Clemente, sum longur hevur gjørt eina skifting í hálvleikinum, sendir nú Peréz Munoz Alfonso á vøllin. Áleyparin úr Real Betis er eirindaleysur og skorar tríggjar ferðir. Hartil er Óli Johannesen óheppin og ger sjálvmál, meðan Fernando Hierro eisini fær eitt mál. Føroyska liðið fær minka um munin, tá eitt væl spælt álop endar við, at innskifti Símun Eliasen spælir Una Arge leysan. Áleyparin skorar og fegnast saman við áskoðarunum.

- Høvdu vit verið betri skipaðir og duga betri at vart, so høvdu vit fingið eitt betri úrslit, sigur Todi Jónsson, meðan Jens Kristian Hansen minnist vónbrotið av at Spaina skorar fleiri mál í seinastu minuttunum.

##med4##

-Eg minnist at vit vóru ikki nøgdir, tí vit lata fleiri mál inn í seinastuni. Tað er eitt sindur keðiligt at tapa 6-2, eftir at hava javnað til 1-1 og hildið teimum til meir enn ein tími er spældur, sigur Jens Kristian Hansen, sum skorar málið í returdystinum í Gijón árið eftir. Tá tapa Føroyar 3-1.

Spania vinnur bólkin við 26 stigum av 30 møguligum. Teir lata bara seks mál inn í tíggju dystum, men vit kunnu erpa okkum av, at vit skoraðu trý av teimum.

 

Spania aftur í Føroyum

Nú er Spaina aftur í Føroyum. Hesa ferð er talan um EM-undankapping, men nøkur ting ganga aftur. Landsliðsvenjari hjá Spania er Luis Enrique, sum skoraði eitt mál á Svangaskarði og tvey í Gijón.

##med5##

Tíverri hevur Luis Enrique ikki verið við spanska landsliðnum seinastu tíðina av persónligum orsøkum. Tí er líkt til, at hann ikki verður at síggja á Tórsvølli. Fernando Hierro tók við sum spanskur landsliðsvenjari til HM 2018 endaspælið, men er ikki longur partur av spanska landsliðnum.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.

##med7##

Hetta er yvirskriftin á Sosialinum eftir dystin á Svangaskarði

Mynd av Sosialinum frá 4. september 1996, tá Spania vandi á niðaravølli í Gundadali

Samandráttur frá Føroyar - Spania 2-6

Mynd frá Sosialinum 7. juni í 1996. Føroysku spælararnir orkaðu ov lítið er niðurstøðan

Mynd: (FSF/Bjarni Enghamar) Serigo Ramos úr Real Madrid (t.v) og Jordi Alba úr FC Barcelona til venjing í gjár

Mynd av Sosialinum 7. juni 1996