22 lið í Premier League komandi kappingarár

Manchester Evening News skrivar, at eingin flytur niður úr Premier League, og Leeds United og West Bromwich flyta upp

Ein neyðsemja kann verða, at tað verða 22 lið í Premier League komandi ár (Mynd: Manchester Evening News)

Ein neyðsemja kann verða, at tað verða 22 lið í Premier League komandi ár (Mynd: Manchester Evening News)

Teir ymisku miðlarnir í Onglandi koma við nógvum ymiskum søgum um hvussu FA og Premier League fara at loysa málið um ensku liguna, ið liggur still nú orsaka av Corona. 

Størsta blaðið í Manchester, Manchester Evening News sum altíð hevur gjørt nógv burturúr Manchester United og Manchester City, og Premier League annars veit frá einari álítandi keldu, at tað liggur á borðinum hjá FA og Premier League, at einki lið skal flyta niður. Eisini liggur á borðinum, at tey bæði liðini sum í løtuni eru ovast í Championship, Leeds United og West Bromwich Albion verða flutt upp í Premier League, ið sostatt fer at hava 22 lið komandi kappingarár.

Manchester Evening News skrivar, at tað er enn ikki heilt greitt um Liverpool, ið er á odda í Premier League við 25 stigum verður útnevndur enskur meistari um kappingin hetta kappingarárið ikki verður tikin upp aftur.

Premier League hevur lagt stilt fyribils til 3. apríl.

 

 

 

Ein neyðsemja kann verða, at tað verða 22 lið í Premier League komandi ár (Mynd: Manchester Evening News)