24 ár seinni: Búgvi Poulsen vinnur aftur gull á Gibraltar!

Judo: Búgvi Poulsen vann gull á Gibraltar í 1995. Fyri løtu síðani endurtók hann bragdið

Búgvi Poulsen (tv) saman við formanni í Judosambandinum eftir gullið fyri løtu síðani

Búgvi Poulsen (tv) saman við formanni í Judosambandinum eftir gullið fyri løtu síðani

Føroyska judolegendan, Búgvi Poulsen hevur júst endurtikið bragdið, ið hann framdi fyri 24 árum síðani á oyggjaleikunum á Gibraltar.

Fyri løtu síðani vann Føroya fremsti judoka aftur gull her í høllini á Gibraltar í sterka vektbólkinum undir 81 kilo, ið hevði 17 luttakarar.

Hetta er fimta oyggjaleikagullið hjá Búgva Poulsen, ið eisini vann á Isle of Wight í 1993, í Álandi 2009 og bæði liðkappingina og einstaklingakappingina á Gibraltar í 1995

 

Meira á in.fo seinni

Búgvi Poulsen (tv) saman við formanni í Judosambandinum eftir gullið fyri løtu síðani