24. umfar er fyribils útsett

Vegna syrgiligu vanlukkuna hevur FSF gjørt av, at Effodeildin liggur still hetta vikuskiftið.

Vegna syrgiligu vanlukkuna, har EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariasen, lat lív hósnáttina, verður eingin fótbóltur í Effodeildini hetta vikuskiftið.


Umvegis heimasíðuna boðaði Fótbóltssamband Føroya fyri løtu síðani frá, at 24. umfar fyribils er útsett.


- Í slíkum stundum, tá ið nakað so meiningsleyst hendir, leita okkara tankar fyrst og fremst til tey avvarðandi hjá Gunnari, familjuna, unnustuna, liðfelagar og onnur, ið stóðu honum nær. Hjá tykkum er uttan iva eins og hjá øllum øðrum trupult at skilja, tað ið er hent. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð, skrivar heimasíðan hjá fsf.fo í minningarskrivi, sum kann lesast her.