27 umfør: Púra javnt millum Løkin og Sarpugerði

Undanfarnu 12 kappingarárini hevur NSÍ vitjað Sarpugerði akkurát líka ofta sum Víkingur hevur vitjað við Løkin

Kappingarárini 2008 til 2019 hevur NSÍ vitjað í Sarpugerði líka ofta sum Víkingur hevur vitjað við Løkin í dystum í bestu fótbóltsdeildini (Savnsmynd)

Kappingarárini 2008 til 2019 hevur NSÍ vitjað í Sarpugerði líka ofta sum Víkingur hevur vitjað við Løkin í dystum í bestu fótbóltsdeildini (Savnsmynd)

Tann stóra Eysturoyar-uppgerðin í bestu mansdeildini í fótbólti - uttan at taka nakað frá ÍF, Skála og B68 - hevur verið millum NSÍ og Vìking í hesari øldini.

Síðani LÍF og GÍ komu í eksistens sum Víkingur í 2008 hava NSÍ og Víkingur møtst 36 ferðir gjøgnum 12 kappingarár við 27 umførum í bestu mansdeildini í fótbólti.

Teldan hjá FSF dregur tá kappingarárið skal leggjast til rættis. Tá talan er um býtið av heimadystum hjá NSÍ og Víkingi í innanhýsis uppgerðum hevur teldan hjá FSF verið "rættvís" so at siga.

"Støðan" millum Løkin og Sarpugerði er javnleikur 18-18. NSÍ hevur vitjað í Sarpugerði akkurát líka ofta sum Vìkingur hevur vitjað við Løkin í landskappingardystum í bestu mansdeildini. 

Síðani 2008 er tað hent í mesta lagi tvey ár á rað, at annað av NSÍ og Víkingi hevur fingið tveir heimadystir og ein útidyst í innanhýsis uppgerðunum.

(Kelda: FaroeSoccer)

HER  kann lesast um býtið millum KÍ og HB í bestu mansdeildini.

HER  kann lesast um býtið millum Víking og ÍF í bestu mansdeildini.

Kappingarárini 2008 til 2019 hevur NSÍ vitjað í Sarpugerði líka ofta sum Víkingur hevur vitjað við Løkin í dystum í bestu fótbóltsdeildini (Savnsmynd)