3-2 verturin millum málskjúttarnar

1. DEILD: HB vann ruddiligan heimasigur ímóti 07 Vestur

mynd hb.fo

mynd hb.fo

Teir næstbestu hjá HB vunnu seinnapartin trivaligan sigur í Gundadali ímóti 07 Vestur.

Hetta var fimti sigurin hjá HB á rað, og samlaða HB úrtøkan er nú 18 stig, sum ber triðja plássið við sær. Tað er eitt stig fram til NSÍ og næstfremsta plássið og trý stig fram til Víking og oddasessin.

Eitt lítið korter var farið, tá ið Jóannis Nielsen legði 07 Vestur á odda 1-0.

Tíggju minuttir undan steðginum javnaði HB til 1-1. Málskjútti var landsliðsspælarin í hondbólti Hilmar Leon Jakobsen. Uppleggið átti Rói av Fløtum, sum tríggjar minuttir undan steðginum við brotssparki legði heimaliðið framum 2-1.

Eitt korter eftir steðgin økti Rói av Fløtium um munin ti 3-1.

Tá ið tað restaði ein hálvur tími, varð Jógvan Skeel Nolsøe skiftur inn á HB liðið. Hann plagdi at vera á besta liðnum, men tað er hann ikki í ár. Nú er hann mest kendur sum vertur í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum. At hann framvegis hevur máltev sást eitt korter undan leikloki, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe staðfesti 4-1 sigurin.

Hetta var fyrsta ferðin síðani 2. juni, at 07 Vestur fór av vøllinum uttan úrtøku. Síðani tá hevur 07 Vestur vunnið tríggjar ferðir og einaferð er tað endað javnt, men í dag gekk tað ikki meiri.

Um eina viku fær 07 Vestur vitjan av Víkingi, meðan HB skal suður til Sands.  

mynd hb.fo