30 ár síðani Buster Douglas sendi Mike Tyson í gólvið

Tað verður mett at vera ein tann størsti skelkurin í boksiheimurin nakrantíð hevur verið vitni til

Tað eru í dag 30 ár síðani, 11. feburar 1990, at ein ókendur James ”Buster” Douglas púra óvæntað sendi tungvektsheimsmeistaran, Mike Tyson, í gólvið í Tokyo Drome. Tað verður framvegis mett sum eitt av teimum mest óvæntaðu úrslitunum í søguni í boksing.

##med2##

Mike Tyson var tá 23 ára gamal og hevði vunnið 37 av 37 dystum. Av teimum vóru 33 av teimum avgjørdir áðrenn tíð. Hetta skuldi bara verða ein partur av upphitingin til stóra dystin móti Evander Holyfield, men ball , ein ivasamur lívsstílur og vánaligar fyrireikingar kostaðu Mike Tyson dýrt. Millum annað hevði hann skift venjaran út.

 ##med3##

30 ára James ”Buster” Douglas hevur síðani sagt, at hann var væl fyri um hetta mundi og var til reiðar senda ein skelk gjøgnum boksiheimin. Tað gjørdi hann við at senda Mike Tyson í gólvið. Undan dystinum fekst tú pengarnar aftur 42 ferðir, um tú setti pengar á James ”Buster” Douglas at vinna.

Eftir dystin var legan hjá í øðini um, at James ”Buster” Douglas faktist bleiv sligin í gólvið í 8. umgangi, men fekk 13 sekund at reisa seg. Hvørki James ”Buster” Douglas ella Mike Tyson komu fyri seg eftir dystin.

##med4##

James ”Buster” Douglas fegnaðist leingi um sigurin í Japan, og tapti eftirfylgjandi móti Evander Holyfield upp á bara tríggjar umgangir. Mike Tyson endaði í gjeglinum og tapti síðani stóru dystirnar móti eitt nú Evander Holyfield og Lennox Lewis. 

Mike Tyson first defeat agains James "Buster" Douglas (Highlights)

Mike Tyson proves he beat Buster Douglas