Tað jaliga eru ungu debutantarnir

(Rás2) Hoyr Kaj Leo Holm Johannesen, formann í HB taka samanum kappingarárið hjá HB, sum endaði nr. 5 í effodeildini

Eitt fimta pláss er ikki nøktandi hjá HB ger formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen greitt

Eitt fimta pláss er ikki nøktandi hjá HB ger formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen greitt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við formannin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen fyrr í kvøld.

 

HB endaði aftur á einum fimta plássið í effodeildini í ár, og endaðu aftur uttanfyri Evropa, og Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at tað er eitt stórt vónbrot í sigursvanda felagnum.

 

Á ólavsøku og umførini aftaná byrjaði at síggja gott út hjá HB, men so smokkaði liðið aftur og fall aftur á eitt fimta pláss. 

 

Formaðurin í HB er tó fegin um, at ungir spælarar, sum eru aldir upp í felagnum eru slopnir framat. Hann fegnast eisini um góðu steypasigrarnar og FM-heitini, sum eru vunnin í teimum yngru deildunum. Nú er setningurin at byggja eitt lið upp, sum aftur kann verða í fremstu røð í effodeildini, og har eru ungir HB-leikarar ein partur av uppbyggingarætlanini.

 

HB hevur ársveitslu í kvøld.