375 túsund krónur fyri at skikka sær væl

- Næsta stig verður at finna fram til, hvørji Fair Play-tiltøk vit skulu fara at skipa fyri í Føroyum, sigur Virgar Hvidbro

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir vunnið forkunnugan heiður frá UEFA - Mynd: Bjarni Enghamar

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir vunnið forkunnugan heiður frá UEFA - Mynd: Bjarni Enghamar

Annað árið á rað hava Føroyar vunnið heiðurin fyri at eiga bestu áskoðararnar undir landsdystum og í altjóða dystum

- Aftur hesaferð skal ein stór tøkk sendast okkara áskoðarum. Tað eru teir, ið hava vunnið okkum hendan stóra og forkunnuga heiður, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

##med2##

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir víst fyrimyndarligan atburð í samband við landsdystir, og tá føroysku liðini hava spælt í undankappingini til Champions League og Europa League.

Á hvørjum ári letur UEFA tríggjar Fair Play-heiðurslønir. Hesar verða latnar fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig innan Fair Play síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum.

375 túsund krónur fyri at skikka sær væl

Til allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atburð undir dystinum. Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum. Og her hava Føroyar staðið seg best tvey ár á rað.

##med3##

Finnland vann samanlagt, meðan Georgia hevur gjørt framstig innan Fair Play seinasta árið. Virðislønin er ein peningaupphædd upp á áleið 375 túsund krónur frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak.

- Næsta stig verður at finna fram til, hvørji Fair Play-tiltøk vit skulu fara at skipa fyri í Føroyum, sigur Virgar Hvidbro.

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir vunnið forkunnugan heiður frá UEFA - Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: (Bjarni Enghamar) Føroyskir áskoðarar til landsdyst móti Svøríki í november 2019