50 ára gamal unglingi í fremstu røð

H71 hevur fleiri lið í steypafinalum enn nakað annað felag, og í dag hava bæði menninir og kvinnurnar møguleika at vinna gull

Ein hálv øld er síðani, at tey í Hoyvík í 1971 stovnaðu ítróttarfelagið, sum tey nevndu H71. Tá var Hoyvík lítil bygd. Heimasíðan hjá felagnum veit at siga, at tað búðu 70 fólk í Hoyvík, og av teimum vóru 20 børn. Nøkur fá børn vóru á Hvítanesi, og tey rúmaðust øll í einari skúlastovu.

Niðri í Hoydølum lá Studentaskúlin, sum eisini hevði realskúla. Á kostdeildini búðu dreingir og gentur av bygd.

Í dag er H71 kent fyri nógvu og góðu hondbóltsliðini. Fyri hálvt hundrað árum síðani vóru tað fótbólturin, sum var á skránni, tá ið dreingirnir vóru á fløtuni í Hoydølum. At felagið ikki varð fótbóltsfelag komst at, at teir vóru ov fáir at manna fótbóltslið.

Ístaðin var farið undir at venja borðtennis og hondbólt. Borðtennis vandu tey í gamla skúlanum og í kjallarum, og hondbólt vandu tey úti og viðhvørt í fimleikarahøllini í Studentaskúlanum.

Útstykkingarnar í Hoyvíkshaganum miðskeiðis í sjeytiárunum bóru øgiligan fólkavøkstur við sær. Í 1978 var fimleikarahøllin í Hoyvíkar skúla liðug, og hon varð karmurin um H71 fram til aldarskiftið. Ítróttarhøllin var liðug í 2002, og síðani hevur H71 verið millum størstu hondbóltsfeløgini.

Í 2009 vunnu menninir FM fyri fyrstu ferð, og í 2016 vann H71 fyri fyrstu ferð steypakappingina. Í dag hevur mansliðið møguleika at vinna mansfinaluna fyri fjórðu ferð. Umframt í 2016 hava menninir hjá H71 vunnið steypafinaluna í 2017 og í 2020.

Í fjør vunnu H71 kvinnurnar steypafinaluna fyri fyrstu ferð, og felagið vann harvið gull í steypakappingini bæði hjá kvinnum og monnum. H71 hevur aftur í dag møguleika at vinna báðar finalurnar.

At tað er ógvuliga nógv lív í 50 ára gamla H71 verður undirstrikað í, at felagið – umframt í finalunum hjá monnum og kvinnum – eigur lið í 12 finalum í yngru deildunum. 

 

Steypavinnarar - menn
2020H71
2019Neistin
2018Kyndil
2017H71
2016H71
2015VÍF
2014Kyndil
2013KÍF
2012Neistin
2011Neistin
2010Neistin
2009Neistin
2008Kyndil
2007StÍF
2006StÍF
2005StÍF
2004StÍF
2003Kyndil
2002StÍF
2001StÍF
2000Kyndil
1999VÍF
1998H71
1997VÍF
1996Kyndil
1995Kyndil
1994Neistin
1993VÍF
1992Neistin
1991Kyndil
1990Kyndil
1989VÍF
1988VÍF
1987Kyndil
1986Kyndil
1985VÍF