600 áskoðarar til steypahálvfinalurnar í Klaksvík (FM1)

(FM1) Formaðurin í Flogbóltsambandi Føroya, Magnus Tausen fegnast um ein væleydnaðan steypahálvfinaludag í Klaksvík

Formaðurin í FBF, Magnus Tausen fegnast um ein væleydnaðan steypahálvfinaludag í Badmintonhøllini í Klaksvík (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Formaðurin í FBF, Magnus Tausen fegnast um ein væleydnaðan steypahálvfinaludag í Badmintonhøllini í Klaksvík (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Umstøðurnar í Badmintonhøllini í Klaksvík vóru framúr, og Mjølnir hevði gjørt eitt framúr arbeiði at reika fyri teimum fýra steypahálvfinalunum í flogbólti, ið vóru avgreiddar í Klaksvík seinnapartin. Hetta staðfestir formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Magnus Tausen.

Magnus Tausen fegnast eisini um spennandi hálvfinalur, væl stuðlandi áskoðarar og góðum kulissum til flogbóltin.

Eitt áskoðaratal uppá 600 fólk ber eisini boð um eitt væleydnað tiltak.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Magnus Tausen tá steypahálvfinalurnar vóru avgreiddar.

Kvinnur:

MJØLNIR - KÍF 3-0 (25-21, 27-25, 25-18)
SÍ - DRÁTTUR 3-1 (26-24, 25-19, 23-25, 25-20)

Menn:

FLEYR - SÍ 2-3 (23-25, 25-19, 25-23, 23-25, 11-15)
MJØLNIR - ÍF 3-1 (23-25, 25-18, 25-22 og 25-22)

 

 

Formaðurin í FBF, Magnus Tausen fegnast um ein væleydnaðan steypahálvfinaludag í Badmintonhøllini í Klaksvík (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Samrøða: Magnus Tausen)