600 áskoðarar úr Svøríki

- Avbjóðingin er altíð trygdin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari

Tá Føroyar og Svøríki í morgin spæla í EM-undankappingini, verða áleið 600 svenskir áskoðarar á Tórsvølli. Talan er um friðarligar áskoðara, men tað ávirkar trygdina. 

- Í slíkum føri er trygdin altíð ein avbjóðing. Vit blíva kunnaðir um hvat slag av áskoðarum talan er um. Í hesum førinum er talan um friðarligar áskoðarar. Tað hevði verið øðrvísi, um tað var okkurt av lokalu liðunum, sigur Virgar Hvidbro og leggur afturat:

- Hjá okkum ræður um at geva teimum góðar umstøður á Tórsvølli, meðan løgreglan skal tryggja at teir koma fram í øllum góðum, sigur Virgar Hvidbro.

Tað hevur verið stórur áhugi fyri at koma til Føroyar. Aðalskrivarin sigur at hann hevur verið ein varhugan av, at fleiri svenskir áskoðarar høvdu komið til dystin, um teir fingu fleiri atgongumerki. Tað er útselt.

- Dysturin er útseldur og vit vænta at nógv fólk koma til dystin. Tað er sjálvandi ein møguleiki fyri, at onkur hevur keyp atgongumerkjapakkan fyri at tryggja sær at sleppa at síggja Spania, men eg haldi eisini at Svøríki er áhugavert, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Tað er verður felagsskrúðgonga hjá svenksu áskoðarunum frá Irish Pub til dystin. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Longu frá klokkan 10 verður landsliðsdámur á sendiflatuni hjá FM1. 

##ms##