61 ára gamal spældi við um løgmanssteypið

Løgmanssteypið: Undrið FF og FC Suðuroy halda fram í steypakappingini

FC Suðuroy spældi seg í dag í 1. umfar í kappingini um løgmanssteypið. Mynd: FC Suðuroy

FC Suðuroy spældi seg í dag í 1. umfar í kappingini um løgmanssteypið. Mynd: FC Suðuroy

Í dag vóru tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini um løgmanssteypið. Hetta var innleiðandi umfarið.

Til saman fevnir ársins kapping um løgmanssteypið um 17 dystir. Finalan verður leygardagin 5. desember.

Í Miðvági vann Undrið FF 6-2 ímóti MB, og í Vági vann FC Suðuroy 9-1 ímóti Royn.

Í Miðvági var hálveiksstøðan 4-2 til Undrið FF. Símun Pætur Johannesen var toppskjútti hjá Undrið FF. Hann skoraði trý mál. Hini málini hjá Undirð FF skoraðu Suni Højgaard, Ólavur Sigurheim og Dávid Kruse Dam.

Fyri MB skoraðu Tórður á Presttrøðni og Jógvan Joensen.

Tað man sjáldan vera komið fyri áður, og kanska er tað met. Seks minuttir undan hálvleikssteðginum varð Petur Eirikson skiftur inn á MB liðið. Hann er føddur 11. februar 1959 og er sostatt 61 ára gamal. Man tað nakrantíð vera komið fyri áður, at so tilkomin spælari hevur verið við í dysti um løgmanssteypið?

Á Vágseiði vann FC Suðuroy 9-1 í oyggjauppgerðini ímóti Royn. Hálvleiksstøðan var 4-1.

Ari Krosslá Poulsen var toppskjútti hjá heimaliðnum við trimum málum. Jonn Marni Lindenskov og Dávid Jónsson Lisberg skoraðu tvey mál í part. Hini málini hjá FC Suðuroy skoraðu Pætur Augustinussen og Fríði Holm.

Ólavur Ludvig skoraði málið hjá Royn.

 

Fyrsta umfar verður mikudagin 8. juli.

Tá sær skráin soleiðis út:

TB – ÍF

EB/Streymur – NSÍ

B68 – Víkingur

AB – Undrið FF

Skála – FC Hoyvík

B71 – B36

07 Vestur – FC Suðuroy

KÍ - HB

FC Suðuroy spældi seg í dag í 1. umfar í kappingini um løgmanssteypið. Mynd: FC Suðuroy