AB hevur áður verið fótongul

Felags fyri bæði AB og KÍ er, at pílarnir seinastu tíðina hava peikað rætta vegin

Seint seinnapartin hittast AB og KÍ á Argjum.

AB er sloppið undan hóttanini av niðurflyting, og málið er nú at vinna fleiri stig enn ífjør. AB hevur 15 stig, og í fjør vann AB 18 stig. Seinastu ferðirnar hevur tað gingið væl hjá AB, sum hevur spælt javnt í Gøtu, vunnið í Trongisvági og tapt 2-1 á heimavølli ímóti B36.

KÍ er við í kappingini um at vinna FM, sum liðið ikki hevur vunnið síðani 1999. Tættast við at vinna FM hesi 20 árini síðani síðsta gullárið var KÍ í 2016. Tá var stóri kiksarin, at tað í 25. umfari endaði við 3-1 AB sigri á Argjum. Faroesoccer sigur, at tað sunnudagin 2. oktober 2016 vóru 800 áskoðarar á Argjum. Teir flestu vóru KÍ viðhaldsfólk.

Fyrsta AB málið skoraði Patrik Johannesen við brotssparki. Í dag verður hann ein av fremstu KÍ spælarunum.

5. mai vunnu klaksvíkingar trivaligan 4-0 sigur á Argjum. Ein lítlan mánað seinni – 2. juni – misti AB á stokkinum í Klaksvík. KÍ vann 2-1, men tá ið vanliga leiktíðin var farin, var AB frammanfyri 1-0.

Mikukvøldið vann KÍ 1-0 á útivølli ímóti NSÍ. Málskjúttin, Páll A. Klettskarð, hevur verið darvaður av sjúku seinastu dagarnar. Tí er ivasamt, um hann verður við ídag. Semir Hadzibulic hevur verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið við seinastu ferðirnar. Tað er ivasamt, um hann verður við ídag. Óli Eyðsteinsson Poulsen er langtíðarskaddur.

Hjá AB eru Jobin Drangastein og Hørður Tórsson skaddir, meðan Hans Jákup Annfinsson er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur.