Petersson vann fyrsta dystin

OYL 15: Heldur óvæntað hevur Nicholas Petersson vunnið fyrsta tennis dystin í liðkappingini ímóti einum av favorittunum frá Bermuda

Martin N. Simonsen og Nicholas Petersson eftir fyrsta dystin, sum Nicholas Petersson heldur óvæntað vann ímóti einum av favorittunum frá Bermuda

Martin N. Simonsen og Nicholas Petersson eftir fyrsta dystin, sum Nicholas Petersson heldur óvæntað vann ímóti einum av favorittunum frá Bermuda

Nýggjur á føroyska tennis landsliðnum hesaferð er Nicholas Petersson. Nicholas Petersson er hálvur føroyingur, men til dagligt spælir hann tennis í Danmark. 

Pætur M. Dahl, ein annar av føroysku tennis leikarunum á oyggjaleikunum, greiddi í morgun frá, at Nicholas var við til at lyfta støðið hjá føroyskari tennis.

 

Les eisini: - Hava fyrireikað okkum so væl sum gjørligt

 

Og byrjanin hjá Nicholas Petersson til oyggjaleikirnar, kundi neyvan verið betri. Í fyrsta dystinum í liðkappingini hjá Føroyum móti Bermuda í morgun, spældi Nicholas ímóti einum av favorittunum í kappingini, Gavin Smith úr Bermuda. Nevnast kann millum annað at Gavin Smith var seedaður næstovast til seinastu oyggjaleikirnar, sum vóru á Bermuda.

 

Heldur óvæntað, vann Nicholas Petersson vann fyrsta dystin 2-0 í liðkappingini. Fyrsta settið vann hann 6-3, meðan hann vann annað settið 7-5. Nevnast kann eisini at hann í fyrsta settinum var aftanfyri 3-1, men at hann síðani vann fimm breaks upp í slag, soleiðis at støðan endaði 6-3.

 

Sigurin er ein frálík byrjan hjá føroysku tennisleikarunum, tí Bermuda var mettur sum ein risa favorittur ímóti Føroyum, tá lutakastið var. 

 

Hjá føroysku tennis leikarunum eigur Pætur M. Dahl næst tørn. Hann spælir í løtuni móti David Thomas frá Bermuda. 

 

Nicholas Petersson - Gavin Smith 2-0 (Fyrsta settið 6-3 til Nicholas Petersson, og annað settið endaði 7-5 til Nicholas Petersson)