AB hevur leigað spælara úr HB

Flytingarvindeygað: Argjamenn leita eftir styrki til verjupartin og hava leigað úr HB

AB hevur leigað 18 ára gamla Dánjal Reginsson úr HB fyri restina av kappingarárinum. Dánjal Reginsson hevur fingið sínar fyrstu minuttir í Betri deildini fyri HB í ár, men hann hevur fyri tað mesta spælt við næstbesta liðnum, sum spælir í 1. deild.

Dánjal Reginsson byrjaði inni, tá AB sunnukvøldið tapti 3-2. Hann spældi á høgra vongbakki og spældi allan dystin. AB hevur eisini 26 ára gamla belgiska miðvallarin, Hannes Daboes, til royndarvenjing. Hann er ein verjukendur miðvallari, sum hevur sína styrki í avspælinum.

##med2## 

Eli S. Christiansson hevur eisini verið á vøllinum seinastu tveir dystirnar. Hann er heima í summarferiu. Eli spældi í fjør við AB, men flutti niður eftir summarsteðgin. AB hevur bara fingið fýra stig og liggur á næstaftasta plássi.

##ms##