AB hevur loyst Pedro úr sáttmálanum

AB hevur í dag loyst Pedro Taracon Anton úr sáttmálanum, tí pappírini eru ikki upp á pláss

Mynd: (ab.fo)

Mynd: (ab.fo)

AB hevur í dag loyst Pedro Taracon Anton úr sáttmálanum, tí pappírini eru ikki upp á pláss. Hóast hann hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi, so hevur hann ikki loyvi at spæla í bestu deildini uttan at fáa kravdu útlendingalønina.

Pedro Taracon Anton skifti í vetur til AB, eftir at hava spælt við B68 í næstbestu deildini sum áhugaspælari. Komandi summar skal hann giftast Juliu Clementsen, sum hann hevur eina dóttur saman við. Hann hevur spanskt EU-pass og hevur søkt um familjusamanføring, men hevur bíðað í tveir mánaðir uttan nakað úrslit.

- Eg havi spanskt EU-pass og havi uppihalds- og arbeiðsloyvi til í apríl í 2021, men tað er ikki nokk til at kunna spæla fótbólt í bestu deildini. So eg kann búgv her, arbeiða, taka lán og rinda skatt, men eg kann ikki spæla fótbólt, sigur ein vónbrotin Pedro, ið nú eisini stendur uttan sáttmála við nakað felag.

Pedro Taracon Anton gjørdist í 2016 fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti, tá hann og landsmaðurin, Carlos Quintana Herrero, komu til B68.

Mynd: (ab.fo)