AB-ÍF 3-1: Hoyr málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr tvímálsskjúttan hjá AB, Lukas Giessing og liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard seta orð á dystin AB-ÍF 3-1

August hevur roynst væl higartil hjá AB við tveimum sigrum á rað

August hevur roynst væl higartil hjá AB við tveimum sigrum á rað

##med2##

AB hevur tveir teir seinastu dystirnar fingið fleiri stig enn í teimum undanfarnu 16 dystunum. 

Við tveimum sigrum á rað hevur AB togað seg uppum tað sum offisielt eitur niðurflytingarstrikan, men við gongdini hjá B68 í 1. deild verður niðurflytingarstrikan væntandi enn lægri, men tað verður so ikki staðfest enn.

Í dag vann AB "botnfinaluna" móti ÍF á heimavølli úti í Vika á Argjum við einum 3-1 sigri. 

Jóannes Hansen skrivaði m.a. hesi orðini um dystin á in.fo fyrr í dag: - Tað eydnaðist ikki at fáa hol á fyrr enn eftir steðgin. Nýggi málverjin, Tobias Brogaard Larsen, var tryggur, og nýggi maðurin í álopinum, Lukas Giessing, átti avgerandi leiklut, tí hann skoraði tvey tey fyrstu málini.

Tað fyrra skoraði hann, tá ið seinna umfarið var bara ein stóran minutt gamalt, og hann økti til 2-0 við brotssparki, tá ið tað restaði eitt korter. Hann var púra kaldur, tá ið hann lobbaði bóltin mitt í málið, eftir at ÍF málverjin hevði tveitt seg.

Sera eyðsýndi Eli Christiansson økti við langskoti til 3-0, tá ið tað restaðu sjey minuttir. ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard minkaði um munin við frísparki, tá ið klokkan vísti 93 minuttir.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum úti á Argjum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann staðfestir ein ruddiliga uppibornan sigur til AB.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan hjá AB, Lukas Giessing sum slær fast, at AB hevur nógvar góðar spælarar, og hann er glaður fyri at verða partur av einum talentfullum hópi.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard sum minnir á, at ÍF hevur heimadystir eftir móti lægru liðunum í Betrideildini, og tí trúgva teir í ÍF enn uppá, at tað ber til at bjarga sessinum í deildini. 

August hevur roynst væl higartil hjá AB við tveimum sigrum á rað

(AB-ÍF 3-1: Málini og samrøður)