AB: Legendan meldar seg kláran

Jónas Stenberg verður aftur at síggja á besta liðnum til hetta kappingarárið

Jónas Stenberg hevur gingið á odda fyri AB, longri enn felagið hevur verið í bestu deildini. Í ár verður einki undantak, hóast hann ikki hevur verið við á besta liðnum higartil. Jónas Stenberg eigur metið fyri flestar dystir fyri besta liðið hjá AB. Hann hevur spælt 342 dystir fyri AB, har 157 hava verið í bestu deildini.

- Jónas skuldi eftir ætlan seta árið av til at smíða hús, men hetta hevur gingið so skjótt í vetur, at Jónas aftur byrjaði at venja tíðliga í vár, skrivar ab.fo.

- AB er eitt felag sum ger eitt stórt arbeiði við lokalsamfelagið á Argjum. Tað er her fólk savnast, og júst fyri tíðina hendir nógv spennandi við- og rundanum felagið, og eg vil so sanniliga gera mítt íkast, sigur Jónas Stenberg.

Somuleiðis fegnast Marius Thomassen, formaður í AB um sáttmálan.

- Jónas er ein ímynd av tí, ið vit standa fyri á Argjum. Vit kempa og stríðast og taka avbjóðingar upp. Vit eru ómetaliga fegin um, at Jónas verður við í ár. Hann hevur nógvar royndir, og tað koma vit at merkja í hopinum, sigur Marius Thomassen.

AB spælir sunnudagin móti HB á Argjum.