AB og Sorin enda samstarvið

Í gjárkvøldið samdust nevndin í AB og Sorin Anghel um at enda samstarvið

Í gjárkvøldið samdust nevndin í AB og Sorin Anghel um at enda samstarvið. Sorin Anghel hevur verið venjari hjá AB síðani 2018 og var eisini hjálparvenjari seinnu hálvu í 2015.

- Eg havi verið sera glaður fyri hesi seinastu árini á Argjum. Eg havi lagt sera nógva orku í arbeiða sum venjari og havi givið alt, eg kann og eri stoltur av úrslitunum, sigur Sorin Anghel við heimasíðuna hjá AB.

- Sorin hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum á Argjum, og hetta takka vit honum fyri. Hann hevur ment okkara ungu leikarar til profilar í Betrideildini og hevur fingið góð úrslit, sigur Marius Thomassen, nýggjur formaður í felagnum.

- AB er eitt felag í vøkstri, har tey ungu vísa vegin. Argir hevur eitt stórt uppland og hevur altíð verið eitt felag fyri okkara ungu leikarar. Tað eru fjúrtan leikarar í hópinum, sum eru uppvaksnir á Argjum. Vit ræðast ikki avbjóðingar, og í næstum fara vit at kunngera eina spennandi venjaraloysn, sigur Marius Thomassen at enda.