AB slapp av aftastu brík

1. DEILD: Við óvæntaðum sigri á Sandi lyfti næstbesta liðið hjá AB seg uppum FC Hoyvík

mynd: B71

mynd: B71

Tá ið fyrsti triðingur av kappingini var av, var næstbesta liðið hjá AB aftast við ongum stigi. Nú er kappingin 17 umfør gomul, og nú tað restar eitt umfør, til annar triðingurin er av, hevur AB 11 stig og er næstaftast. Aftast er FC Hoyvík við níggju stigum.

Í gjár var bara ein dystur í næstbestu deildini. B71 hevði vitjan av AB, og gestirnir fóru um Skopunarfjørð við fullari úrtøku. AB vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

Valdemar Schousboe legði beinnanvegin heimaliðið á odda 1-0, og leiðslan helt, inntil tað restaðu fýra minuttir av fyrra hálvleiki. Tá javnaði Hans Jákup Annfinsson við brotssparki til 1-1.

Níggju minuttir eftir steðgin legði Leivur Fossdal Guttesen AB á odda 2-1, og fýra minuttir seinni varð støðan 3-1 til AB, og Hans Jákup Annfinsson varð tvífaldur málskjútti.

Í síðstu løtu varð bríkslað fyri brotssparki til heimaliðið. Klayver Nascimento, sum hevði 21 ára føðingardag, umsetti brotssparkið til mál og 3-2, men tað eydnaðist ikki B71 at stríðast fyri javnleikinum, tí dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, tá ið bólturin varð givin upp aftur.

AB er nú á níggjunda plássi, og tað er møguleiki fyri, at argjamenn kunnu sleppa undan niðurflyting. Um teir enda á níggjunda plássi, skulu teir spæla ímóti næstbesta liðnum í 2. deild um rættin at halda fram í deildini.

Um besta liðið hjá AB flytur niður, so fer næstbesta liðið eisini at flyta niður.

Óvæntaða heimatapið ber við sær, at B71 nú er á áttanda plássi. Tað er tó lítil møguleiki fyri, at sandoyingar skulu koma í óføri, tí B71 hevur á áttanda plássi 22 stig, og AB hevur á níggjunda plássi 11 stig.

 

Fríggjadagin

NSÍ – Víkingur 2-3 (1-1)

0-1: Sveinur Justinussen 15.

1-1: Steffan A. Løkin 35.

2-1: Jørgen Nielsen 52.

2-2: Martin Klein Joensen 75.

2-3: Elias Lervig 88.

 

B68 – KÍ 4-0 (3-0)

1-0: Andri Benjaminsen 5.

2-0: Esmar P. Clementsen 34.

3-0: Tonni J. Thomasen br 37.

4-0: Andri Benjaminsen 65.

 

07 Vestur – HB 3-1 (1-1)

1-0: Teitur Olsen 15.

1-1:Rói av Fløtum 19.

2-1: Martin Tausen 70.

3-1: Predrag Jeremic 83.

 

B36 – FC Hoyvík 2-1 (1-1)

1-0: Jóhann Hansson Joensen 13.

1-1: Vensil Djurhuus 41.

2-1: Rói Wilhelm Fossabrúgv 87.

 

Leygardagin

B71 – AB 2-3 (1-1)

1-0: Valdemar Schousboe 3.

1-1: Hans Jákup Annfinsson br 41.

1-2: Leivur Fossdal Guttesen 54.

1-3: Hans Jákup Annfinsson 58.

2-3: Klayver Nascimento 95.

 

Víkingur171151421738
NSÍ17953422832
B6817836362427
HB17836373927
07 Vestur17755302526
B3617728303523
17728313923
B7117647353222
AB173212233811
FC Hoyvík17231222519

  

Týsdagin 15. september

Víkingur – KÍ

NSÍ – FC Hoyvík

B68 – B71

07 Vestur – B36

HB - AB

mynd: B71