AB-TB 2-2: Hoyr mál og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr samrøður við Hera Hjalt Mohr hjá AB og John Willy Wøldike hjá TB

Bárður Olsen skoraði til 1-0 til AB í dystinum móti TB í dag

Bárður Olsen skoraði til 1-0 til AB í dystinum móti TB í dag

##med2##

AB megnaði í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat at bjarga javnleiki 2-2 móti AB. Heri Hjalt Mohr gjørdist bjargingarmaðurin hjá AB. Áðrenn tað hevði Luc Michael Jeggo skora tvey mál og TB á odda 2-1, sami maður bleiv vístur av vølli í seinna hálvleiki tá bert eitt korter var farið. Bárður Olsen legði AB á odda 1-0.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá trimum av teimum fýra málunum á FM1.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hera Hjalt Mohr hjá AB, ið mátti taka til eitt langskot fyri at fáa bóltin í TB-málið.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við John Willy Wøldike hjá TB, ið harmast stórliga, at TB ikki vann hendan dystin og dystin í Fuglafirði sum eisini endaði 2-2. 

Bárður Olsen skoraði til 1-0 til AB í dystinum móti TB í dag

(Hoyr málini og samrøður av Argjum)