Ætla at vinna EM-kappingina fyri smátjóðir í Luksemborg (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Lars Engell, landsliðsvenjara og roynda landsliðsleikaran, Sofíu Purkhús Splidt

Sofía Purkhús Splidt og Lars Engell, landsliðsvenjari vitjaðu SportBoxina á FM1 seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Sofía Purkhús Splidt og Lars Engell, landsliðsvenjari vitjaðu SportBoxina á FM1 seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðuna flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við nýggja landsliðsvenjaran hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti, Lars Engell og roynda landsliðsleikaran, Sofíu Purkhús Splidt.

Hetta vikuskiftið er bruttovenjing hjá kvinnulandsliðnum, og sunnudagin kunnger Lars Engell hvørjar verða tiknar út til landsliðshópin, ið skal til Luksemborg í komandi viku at kappast í EM-kapping fyri smærri flogbóltstjóðir.

Lars Engell og Sofía Purkhús Splidt sláa fast, at tey ætla sær at vinna EM-kappingina har seks lond taka lut. Føroyar eru í bólki við Skotlandi og Írlandi.

 

Skráin hjá Føroyum:

Fríggjadagin 10. mai klokkan 12: Føroyar-Skotland (FM1 sigur frá dystinum)

Leygardagin 11. mai klokkan 10: Føroyar-Írland (FM1 sigur frá dystinum)

Leygardagin 11. mai klokkan 17 og klokkan 19.30 verða hálvfinalurnar. FM1 sigur frá hálvfinaluna sum Føroyar verða partur av, um Føroyar enda millum tvey tey ovastu liðini í sínum bólki.

Sunnudagin 12. mai verður dysturin um fimta plássið klokkan 11, Bronsudysturin verður klokkan 13 og finalan verður leikt klokkan 15.30. FM1 sigur frá dystinum sum Føroyar spæla hendan dagin. So er at vóna, at talan verður um finaluna.

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá bólkadystunum og plasseringsdystunum, ið Føroyar spæla hesar dagarnar á FM1. Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Sofía Purkhús Splidt og Lars Engell, landsliðsvenjari vitjaðu SportBoxina á FM1 seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)