Ætla sær heiðursmerki í NM

Taekwondo: Leygardagin skulu átta føroyingar luttaka í NM í Noregi.

Høgni Kunoy Dávason (t.v.) saman við venjaranum, Mathias Gabrielsen.

Høgni Kunoy Dávason (t.v.) saman við venjaranum, Mathias Gabrielsen.

Nú leygardagin skulu átta føroyskir íðkarar luttaka í NM í taekwondo, sum verður í norska høvuðsstaðnum, Oslo.

Høvuðsvenjarin í Hwarang Føroyum, Høgni Kunoy Dávason, heldur tað vera týdningarmikið, at føroysku íðkararnir vinna sær altjóða royndir, men hann vil meira enn tað í hesi kappingini.

- Málið er at vinna. Tað er tað altíð, sigur hann.

- Tað er góður møguleiki fyri heiðursmerkjum, men vit fáa at síggja hvussu nógv tað blívur til. Tað kann eisini blíva til nøkur gullmerkir, men tað er alt eftir um fólk hava ein góðan dag ella ikki, metir hann.

Sjálvur er Høgni norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15-17 ár í vektbólkinum -59 kilo. Tað er vert at nevna, at hann einans var 14 ára gamal, tá ið hann vann hetta. Nú er hann 15 ára gamal og skal aftur luttaka í aldursbólkinum 15-17 ár, tó hesaferð í vektbólkinum -63 kilo.

- Tað er møguleiki fyri gulli aftur hesaferð, men eg veit, at teir í bólkinum eru øgiliga góðir. Eg fari tó eftir gullinum. Tað fari eg altíð, sigur Høgni Kunoy Dávason.

Í Sosialinum í dag er drúgv grein um taekwondo-felagið, Hwarang Føroyar, sum tann tá einans 10 ára gamli Høgni Kunoy Dávason setti á stovn í 2014, og sum í dag er eitt væl rikið felag við upp ímóti 120 limum.


Føroyska taekwondolandsliðið í NM:

Høgni Kunoy Dávason

Oda Weihe

Markus Vazquez

Jógvan á Lakjuni

Elinborg Dávadóttir

Noomi Kunoy Heradóttir

Signar Hansen

Boas Høgnesen

Høgni Kunoy Dávason (t.v.) saman við venjaranum, Mathias Gabrielsen.