Ætlar sær at vinna á Føroyum við einum ungum liði

Svenski landsliðsvenjarin leggur dent á, at talan er um ein kappingardyst sum Svøríki má vinna

Svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson ætlar sær at vinna á Føroyum við einum ungum liði

Svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson ætlar sær at vinna á Føroyum við einum ungum liði

Í Svøríki fegnast tey um, at landslið teirra enn einaferð hevur vunnið seg í eitt endaspæl, men svenska landsliðið hevur ein dyst eftir í EM-undankappingini móti Føroyum á Friends Arena leikvøllinum í Solna uttanfyri Stockholm mánakvøldið klokkan 19.45.

Í samrøðu við svenska blaðið, Expressen dylur svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson ikki, at tað verður eitt nakað annað lið sum fer út á vøllin at spæla móti Føroyum, sammett við liðið sum vann 2-0 á Rumenia í Bukarest fríggjakvøldið.

- Tað eru nakrir ungir spælarar sum veruliga banka á dyrnar, og nakrir av teimum sleppa at spæla mánakvøldið. Eg komi at brúka dystin sum eitt høvið til at royna nakrar spælarar, ið ikki hava spælt so nógv í hesari undankappingini. Talan er um ein kappingardyst sum vit skulu vinna. Tað er ikki so, at eg undirmeti dystin á nakran hátt, men heldur, at eg vil síggja nakrar spælarar vísa seg fram, sigur Janne Andersson við Expressen. 

- Eg haldi vit hava ein stabilitet og ein struktur í okkara spæli. Tað vísa tríggir teir seinastu dystirnir týðiliga. Vit skulu vinna á Føroyum. Vit sleppa at síggja nakrar aðrar spælarar, og fleiri av teimum ungu spælarunum. Tað fer at vera stuttligt, sigur Janne Andersson við Expressen. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Svøríki og Føroyar á FM1 mánakvøldið klokkan 19.45. Dysturin verður tann seinasti hjá liðskiparanum, Atla Gregersen á landsliðnum, og tann seinasti hjá Lars Olsen sum landsliðsvenjari.

 

 

 

Svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson ætlar sær at vinna á Føroyum við einum ungum liði