Hallur átti næstbesta kastið

19 ára gamli Hallur Simonsen hevur í kvøld vunnið silvur í klingrukasti

Hetta er fyrsta ferðin, at Hallur Simonsen er við í oyggjaleikum, og úrtøkan var góð.

19 ára gamli Hallur Simonsen hevur fyri lítlari løtu kastað klingruna longri, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt.

Kastið var 44,89 metrar, og tað er persónligt met, sum bara silvurkrónuna við sær.

Vinnari var Zana av Jersey.

-Eg havi ongantíð kastað longri, enn eg gjørdi í kvøld. Tí eri eg sera væl nøgdur, sigur Hallur Simonsen við in.fo.

Meiri verður at frætta seinni í kvøld her á in.fo - ljóðupptøka og viedoupptøka.