Ágúst ætlar at menna kvinnulandsliðið í hondbólti (FM1)

(FM1) Landsvenjarin hjá føroysku hondbóltskvinnunum var gestur hjá Sjúrði H. Hoydal á FM1 seinnapartin

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti vitjaði FM1 seinnapartin í dag

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti vitjaði FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Fyrri gestur í sendingini "Hondbóltspanelið" á FM1 seinnapartin var Ágúst Jóhansson, ið er landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti.

Saman við vertinum, Sjúrði H. Hoydal tók Ágúst samanum avrikið niðri í Pólandi, har Føroyar taptu 16-28 (8-12) í EM-undankappingardysti, ið var spældur farna mikukvøld. Ágúst er nøgdur við verjupartin, men ásannar, at tað vóru manglar í tí offensiva spælinum.

Sjúrður og Ágúst litu eisini frameftir til stóru uppgávuna í høllini á Hálsi í Havn, sunnudagin klokkan 17 tá føroysku hondbóltskvinnurnar skulu takast við Rumenia, ið eisini er eitt sera sterkt lið.

Ágúst vónar, at hann kann komandi árini verða við til at fáa ment føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Rumenia í høllini á Hálsi í Havn klokkan 17 sunnudagin. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Ágúst Jóhansson í Hondbóltspanelinum á FM1. 

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti vitjaði FM1 seinnapartin í dag

(Samrøða: Ágúst Jóhansson)