Áki og Allan leingja í Íslandi

Lámu føroyingarnir taka tvey ár afturat á Akureyri

KA kunnger nýggjár sáttmálar við Áka Egilsnes og Allan Norðberg í dag - Sí KA fagna sáttmálanum niðast

KA kunnger nýggjár sáttmálar við Áka Egilsnes og Allan Norðberg í dag - Sí KA fagna sáttmálanum niðast

Teir báðir lámu føroysku hondbóltsleikararnir Allan Norðberg og Áki Egilsnes hava longt um sáttmálan við KA. Teir hava báðir skrivað sáttmála fyri tvey ár afturat.

Hetta eftir eitt strævið kappingarár, har alt bendir á, at KA endar á tíggjunda plássið, og hvørki skal spæla um niðurflyting ella um meistaraheitið.

Í Sosialinum mikudagin stóð at lesa hvat Áki Egilsnes hevði at siga um kappingarárið, og hann var lítið nøgdur við gongdina hetta kappingarárið, men hevði framvegis vónir til eitt betri kappingarár.

Tá ið Sosialurin prátaði við høgra bakkin úr Vestmanna áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður, segði Áki Egilsnes eisini, at hann kendi seg ikki vera lidnan við verkið í KA enn.

Brot úr Sosialinum 26. mars: 

Í løtuni hugsavna Áki Egilsnes og Allan Norðberg seg til seinastu tríggjar dystirnar hetta kappingarárið. Um tríggjar vikur er liðugt, og so má bíðast heilt til september áðrenn teir sleppa at royna seg aftur í fremstu íslendsku deildini. Men hvat skulu teir so gera alla hesa tíðina?

- So venja vit og royna at byggja eitt sindur av kjøtið á okkum, sigur Áki sum ikki fær sagt um hann leingir samstarvið við felagið fyrr enn allar samráðingar eru lidnar.

- Men eg havi verið skaddur í helvtini av dystunum í ár, og eg føli at eg eri ikki liðugur her enn, sigur Áki Egilsnes at enda.


Úr savninum:

Video: Áki skaddur - Allan fær høllina at kóka
Áki skaddur - Ikki tøkur til landsdystirnar
11 føroysk mál í sigri hjá KA á útivølli
KA er við at stabilisera seg í bestu deildini (FM1)
Allan og Áki vunnu endiliga á heimavølli

KA kunnger nýggjár sáttmálar við Áka Egilsnes og Allan Norðberg í dag - Sí KA fagna sáttmálanum niðast