Áki skaddur - Ikki tøkur til landsdystirnar

Áki Egilsnes er skaddur í knænum, og verður ikki til reiðar til landsdystirnar í Luksemborg.

Bæði KA og føroyska landsliðið fara at sakna Áka Egilsnes komandi tveir mánaðarnar

Bæði KA og føroyska landsliðið fara at sakna Áka Egilsnes komandi tveir mánaðarnar

Føroyski høgri bakkurin, Áki Egilsnes, hevur ikki spælt síðani felag hansara, KA, vann góðan sigur á FH fyri tveimum vikum síðani.

Sí eisini:

Video: Áki skaddur - Allan fær høllina at kóka

Tá var vestmenningurin óheppin, lendi skeivt og mátti kannað knæið.

Og kanningin gav tung boð. Skotsterki bakkurin, spælir ikki hondbólt næstu tíðina, og er ikki tøkur til HM-undankappingardystirnar ímóti Litava, Slovakia og Luksemborg í januar.

Áki Egilsnes sigur við in.fo at hann vónar at verða til reiðar fyri KA fyrsta dystin eftir landsliðssteðgin í januar.

Áki Egilsnes hevur skotið 39 mál í 8 dystum fyri KA í bestu íslendsku deildini, Ólisdeildini.

Støðan í Ólisdeildini er hendan:

SætiFélagLeikirSJTMörkNettStig
1Haukar118303052919
2Afturelding118123062417
3Selfoss117133381015
4FH116233101514
5ÍR116233282314
6ÍBV116143092013
7Valur116142893313
8KA11416304-139
9Fram11317273-167
10Stjarnan11146277-246
11Fjölnir11218280-485
12HK110011268-530

 

 

Bæði KA og føroyska landsliðið fara at sakna Áka Egilsnes komandi tveir mánaðarnar