Áki skal menna ungu spælararnar í B36

Maðurin við søguligu U-landsliðsúrslitunum skal nú menna ungu spælararnar hjá B36

Mynd: (B36) Áki Johansen er nýggjur menningarábyrgdari hjá B36

Mynd: (B36) Áki Johansen er nýggjur menningarábyrgdari hjá B36

 

B36 hevur í dag sett Áka Johansen sum menningarábyrgdari. Hetta er eitt nýtt heitið í B36. Ætlanin er at fyrrverandi U17-landsliðsvenjarin skal skapa enn betri fortreytir fyri spælaramenningini, skrivar B36.

Árstalsfelagið hevur lagt nógv fyri seinnu árini við at menna ungar spælarar, sum síðani gera seg galdandi á besta liðnum. Við Áka Johansen er eitt nýtt millumlið í felagnum, sum skal tryggja at spælarar í størri mun klára eitt nú lopið frá ungdómsspælara til vaknsmannafótbólt.

- Felagið hevur nú avgjørt at skapa enn betri fortreytir fyri spælaramenningini, við at seta ein menningarábyrgdara í starv. Menningarábyrgdarin hevur sum høvðusuppgávu at fyrireika ungar spælarar til vaksnamannafótbólt. Í tøttum samstarvi millum Betri-venjaratoymið og 1. deildar venjaratoymini øðrumegin, og U17 og U15 venjaratoymini hinumegin, skrivar B36 á heimasíðuni.

 ##med2##

Ætlanin er ikki at menningarábyrgdarin skal hava ábyrgdina av einum ávísum liði. Í staðin skal hann saman við høvðusungdómsvenjara felagsins tryggja, at venjingartilboðini í felagnum eru á einum so høgum støði sum gjørligt, verður sagt úr felagnum.

Áki Johansen, sum hevur A-venjaraprógv, stóð saman við Pól F. Joensen á odda fyri U17-landsliðnum, sum í 2017 vann seg í EM-endaspælið í Kroatia. Millum spælararnar tá vóru Magnus H. Jacobsen og Stefan Radosavljevic, ið báðir spæla við B36 í løtuni.

Mynd: (B36) Áki Johansen er nýggjur menningarábyrgdari hjá B36

Mynd: (Álvur Haraldsen) Stefan Radosavljevic (í miðjuni) í dysti fyri B36 sman við liðfelagnum Alex Mellemgaard