Áki skoraði fyri fyrstu ferð

1.DEILD: Eftir heimasigur ímóti AB eru sandoyingar næstovastir

Áki Hentze og B71 formaðurin Karl Vidtfeldt

Áki Hentze og B71 formaðurin Karl Vidtfeldt

Í dag vann B71 fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum í næstbestu deildini.

Næstbesta liðið hjá AB vitjaði, og sandoyingar vunnu 2-0. Í tveimum teimum fyrstu umførunum var úrslitið 1-1 – á heimavølli ímóti 07 Vestur og á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB.

2-0 heimasigurin í dag ber við sær, at B71 er næstovast á talvuni – í hvussu so er til í morgin. B71 hevur fimm stig. KÍ og B68, sum bæði hava fýra stig, skulu í morgin spæla á útivølli ímóti ávikavíst B36 og FC Hoyvík.

Clayton Soares legði B71 framum, tá ið eitt korter var farið, og Áki Hentze økti um munin til 2-0, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Hetta var fyrsta málið hjá Áka Hentze, sum er liðformaður hjá B71. Síðsta sunnudag fylti hann 19 ár.

AB eigur framvegis fyrsta stigi á. Í fjórða umfari skal AB spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og B71 skal í fjórða umfari spæla á útivølli ímóti B36.

Áki Hentze og B71 formaðurin Karl Vidtfeldt