Áki: Skotar eru serliga sterkir í vinstru

FM1: Áki Johansen hevur havt til uppgávu at greina Skotland á hesi landsliðsferðini

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

##med2##

Í kvøld skal føroyska manslandsliðið spæla triðja og seinasta dystin í hesum landsliðsumfarinum. Dysturin verður á Hampton Park í Skotlandi. Tað er eitt landslið í menning, har serliga vinstra síðan er sterk. So sterk, at fleiri halda at spælskipanin er gjørt fyri at fáa pláss fyri lámu profilunum úr Premier League.

– Har vóru nøkur eygsæð ting at síggja. Skotland spælir beinleiðis, men sjálvt um teir spæla beinleiðis, so er tað ikki bara upp á tann gamla bretska mátan. Teir hava spælarar í álopinum, sum teir kunnu spæla bóltin fram á. Teir kunnu spæla upp á teir tíðliga, og tað gera teir eisini oftani, men teir duga eisini væl at spæla bóltin skjótt til spælarar sum John McGinn og Andrew Robertson. Teir koma við ferð. Skotlandi spælir eisini nógv upp í gjøgnum í vinstru, har Kieran Tierney úr Arsenal eisini spælir. Skotland spælir við trimum í verjuni og tað er helst fyri at fáa pláss fyri bæði Andrew Robertson og Kieran Tierney, segði Áki Johansen undan fráferðini til Moldova.

– So er tað Scott McTominay, sum vit kenna frá miðvøllinum hjá Manchester United. Hann hevur spælt allar dystirnar í Nations League í miðverjuni. Vit vita ikki hvar hann kemur at spæla, segði Áki tá. Miðvallarin hjá Manchester United hevur spælt á miðjuni seinastu tveir dystirnar.

Kroystir skotar

Skotland hevur spælt javnleik móti Eysturríki og Ísrael. Tí eru skotar kroystir at vinna dystin í kvøld, men tað koma ikki altíð so nógv mál, tá Skotland er á vøllinum.

– Í Nations League gekk ikki so væl at skjóta mál. Teir skoraðu bara fimm, men lótu samstundis eisini bara fýra inn. Teir eru góðir til at halda mótstøðuliðinum frá at skora, men klára ikki altíð at skapa so nógv, sigur Áki Johansen.

Hoyr samrøðu við Áka Johansen, sum greinar dáta og mótstøðulið hjá landsliðnum, við at trýsta á pílin undir myndini. Dysturin móti Skotlandi verður í kvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 19.

##ms##

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)