Aldursforsetin fer ongan veg

TB vann sannførandi sigur á útivølli ímóti AB, sum nú er besta boð at spæla um at sleppa undan at flyta niður

TB er aldursforseti í Føroyum, og TB eigur pláss í bestu deildini. Tað er satt, at TB er aldursforseti, meðan hin pástandurin, at TB eigur pláss í bestu deildini, ikki altíð hevur verið veruleiki, tí tvøramenn hava í hesi øldini ferðast aftur og fram millum tvær tær fremstu deildirnar.

Fyrr í ár sá tað ikki so ljóst út, tí tað gekk striltið hjá TB at skava stig saman.

Í dag vann TB í góðveðrinum á Argjum 3-0 ímóti AB. Úrslitið ber við sær, at tað man kennast langur teinur hjá argjamonnum at hyggja av níggjunda plássi, har teir hava sjey stig, og fram til áttanda plássið, har TB hevur 13 stig.

Sigurin í dag var sannførandi, og hann ber við sær, at tað nú er heilt sannlíkt, at TB eisini í 2021 verður í fremstu røð.

TB skoraði longu í fyrsta minutti, og tað bar við sær, at tað alla tíðina gekk fyri seg eftir treytunum hjá gestunum.

Filip Obadovic setti hol á eftir innlegg frá Einari Thorsteinsson, sum tykist hava vunnið fast pláss í framrættaðum plássi í vinstru.

TB dugdi væl at skipa verjuspælið soleiðis, at argjamenn høvdu sera ilt við at vinna seg í góðar støður og til málmøguleikar. Og tá ið TB so fór í álop var tað ofta sannførandi og vandamikið.

Poul Ingason var annar av miðverjunum, og longu í 11. minutti varð hann málskjútti. TB vann fríspark mitt fyri, og úr 19 metrum sendi Poul Ingason bóltin omanfyri manngarðin og dygst inn við stólpanum, og so varð mótbrekkan sera brøtt hjá AB.

Tólv minuttir eftir steðgin varð Filip Obadovic tvímálaskjútti eftir upplegg frá raska sentrala miðvallaranum Dánjal Godtfred.

AB hevði onkrar góðar royndir, men tað eydnaðist teimum ikki at skora. Eitt nú hevði Adeshina Lawal í fyrra hálvleiki tveir góðar málmøguleikar, men marginalirnir tykjast ikki at vera við fyrrverandi toppskjúttanum í føroyskum fótbólti.

Sunnudagin skal AB í Gundadal at spæla ímóti B36, meðan TB leygardagin fær vitjan av KÍ.

 https://www.in.fo/myndasavn/

 

 AB – TB 0-3 (0-2)

0-1: Filip Obadovic 1.

0-2: Poul Ingason 11.

0-3: Filip Obadovic 57.

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Sørin N. Samuelsen, Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden (Jónas Stenberg, 79.), Rógvi N. Poulsen, Jákup Pauli Breckmann (Ári Arge, 68.), Gilli Róason, Bjarki C. Nielsen  – Adeshina Lawal  (Hans Jákup Annfinsson, 83.)

Gult kort: Gilli Róason, Sørin N. Samuelsen

Venjarar: Tommy Brimsvík og Símun Samuelsen

TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Poul Ingason (Nikolei Johannesen, 72.), Rasmus Møller, Samudeen Musah - Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred, Ndende Adama Guéye, Einar Thorsteinsson (Jens Erik Bruhn, 79.) – Mark Kongstedt, Filip Obadovic (Hávar Albinus, 87.)

Gult kort: Poul Ingason, Mark Kongstedt

Venjari: Michael Winter