Aldursforsetin hevur fingið nýggjan formann

Tvøroyrar Bóltfelag valdi hóskvøldið Reidar Simonsen at vera nýggjur formaður

Nýggjur maður heldur um stýrisvølin í TB. Tað er greitt eftir aðalfundin, sum var í vikuni.

Henrik Thomsen boðaði herfyri frá, at hann fór at leggja frá sær sum formaður. Á aðalfundinum eydnaðist tað ikki at velja nýggjan formann. Tí varð boðað til eykaaðalfundar, og har varð Reidar Simonsen valdur at vera nýggjur formaður í TB, sum er elsta fótbóltsfelag í landinum.

TB heimasíðan veit at siga, at Jan Ole Farstad er næstformaður, Hans Olaf Johannesen er formaður í fótbóltsnevndini og Thorbjørn Hermansen loysir Ronnie Midjord av í nevndini.

Í ungdómsnevndini vórðu trý nývald: Maureen Arnadóttir, Elvis Leo og Henrik Thomsen, sum avloysa Evu Bech Midjord, Miu Krog Sørensen og Steen Hjartan Sørensen. Ungdómsnevndin hevur skipandi fund týskvøldið.

Eini 30 fólk møttu á aðalfundinum tórskvøldið við Stórá, verður sagt á tb.fo.