Aleksander Čeferin: Vit offra EM-endaspælið

- Tað er týdningarmikið at UEFA tekur størsta stigið og offrar EM-spælið, sigur forsetin í UEFA

Evropesiska Fótbóltssamabndið hevur í dag útsett EM-endaspælið, sum skuldi verða í summar, til komandi ár. Sostatt verður EM 2020 endaspælið í 2021. Tað staðfesti forsetin í UEFA, Aleksander Čeferin, í dag, eftir fund við øll 55 lima-londini.

Sostatt fáa londini í UEFA seks vikur eyka at avgreiða sína heimligu kappingar, samstundis sum málið er at Champions League og Europa League finalan skulu verða spældar áðrenn 1. juli.

- Vit standa á odda fyri einum ítrótti, sum nógv fólk liva og anda fyri, sum nú fær mótstøðu frá einum ósjónligum og skjóttflytandi mótstøðuspælara. Tað er í tíðum sum hesum, at fótbóltsheimurin skal vísa ábyrgd, samanhald og ósjálvsøkni, sigur Aleksander Čeferin og leggur afturat:

- Tað er týdningarmikið, at UEFA tók størsta stigið og offraði EM-endaspælið. Tað hevur stórar fíggjarligar avleiðingar fyri UEFA, men vit gera við tí vón at fígging til eitt nú grassroots-fótbólt, kvinnufótbólt og menningin av fótbóltinum í okkara 55-limalondum ikki verður ávirkað. Vit hugsa meiri um endamálið enn um yvirskotið í hesum førinum, sigur forsetin í UEFA.

Hann leggur afturat, at tað fór ongantíð at verða ein góð kensla, um EM-endaspælið skuldi verið spælt fyri tómum áskoðarplássunum og øll viðhaldsfólkini sótu heima, tá 60 ára haldið fyri fyrstu EM-kappingina verður avspælt kring alt Evropa.