Álendingur droymir um oyggjaleikakapping í flogbólti í 2020 (FM1)

(FM1) Hoyr álendska flogbóltsentusiastin, Torsten Wikstrand fortelja um ætlanina at hava eina flogbóltskapping í Álandi komandi summar

Álendski flogbóltsentusiasturin, Torsten Wikstrand hevur heitt á FM1 og Miðlahúsið um at handa FBF eina innbjóðing til eina oyggjaleikakapping í flogbólti, ið ætlandi skal verða í Álandi komandi summar (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

##med2##

Millum mest drúgvu og trúgvu oyggjaleikagestirnir á oyggjaleikunum í Gibraltar er Torsten Wikstrand úr Álandi. Hann fer runt til allar kappingar har álendingar kappast fyri at stuðla álendskum ítróttarfólkum í øllum ítróttargreinum.

Men tann ítróttargreinin sum stendur hansara hjarta nærmast er flogbólturin. Hann minnist aftur á finaluna hjá monnum í flogbólti í Visby í Gotlandi fyri tveimum árum síðani, tá tað eydnaðist Álandi at koppa Saaremaa í finaluni. Í huganum hjá Torsten Wikstran stendur dysturin sum tann besti flogbóltsdysturin í álendskari ítróttarsøgu.

Nú droymir Torsten Wikstrand um at reika fyri einari flogbóltskapping millum oyggjaleikalond í Mariehamn í Álandi komandi summar. Hann hevur prátað við flestu oyggjarnar, og fleiri av teimum eru jaligar um ætlaninar hjá Torsten Wikstrand. Ætlanin hjá Torsten er at fáa fíggjað kappingina við sponsorum, so tað ikki skal gerast ov dýrt at koma til kappingina.

Torsten Wikstrand hevur givið okkum í Miðlahúsinum og FM1 eina innbjóðing til Flogbóltsamband Føroya, og hann vónar, at FBF sendir bæði mans- og kvinnulandsliðið avstað til kappingina.

Torsten Wikstrand undirstrikar, at Føroyar hava stóran týdning í álendskari ítróttarsøgu, tí uttan føroyska hjálp høvdu álendingar ikki frætt um fyrstu leikirnar, ið vóru á Oynni Man í 1985.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðu við Torsten Wikstrand frá FM1.

##med3##

Álendski flogbóltsentusiasturin, Torsten Wikstrand hevur heitt á FM1 og Miðlahúsið um at handa FBF eina innbjóðing til eina oyggjaleikakapping í flogbólti, ið ætlandi skal verða í Álandi komandi summar (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

(Samrøða við Torsten Wikstrand um ætlan hansara, eina oyggjaleikakapping í flogbólti í Álandi komandi summar)