Allan Dybczak heldur ikki fram í HB

Venjarin hjá kvinnunum heldur ikki fram

Tað er nú greitt, at Allan Dybczak ikki heldur fram sum venjari hjá Betri-liðnum hjá kvinnunum hjá HB. Hann hevur verið venjari í felagnum seinastu níggju árini. Teir flestu av teimum sum venjari hjá kvinnuliðnum, sum í ár vann steypakappingina. 

- Nevndin í HB ynskir at gera nakrar broytingar á kvinnusíðuni til komandi kappingarár. Í hesum sambandi hevur nevndin valt at steðga samstarvinum við venjaran hjá Betri-kvinnum, Allan Dybczak. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB í fleiri umførum, og takkar HB honum fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri kvinnufótbóltin hjá felagnum. Arbeitt verður við at seta nýggjan hvøuðsvenjara hjá Betri-kvinnum, skrivar HB á heimasíðuni.

 ##med2##

HB bleiv nummar tvey í landskappingini, men vann steypakappingina. Á Fótbóltsgalla 2019 bleiv HB-áleyparin, Heidi Sevdal, vald til ársins spælara. Allan Dybczak var tilnevndur til ársins venjara, men har vann Alexandar Djordjevic, venjari hjá KÍ.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heidi Sevdal til Fótbóltsgalla 2019, har hon bleiv kosin til ársins spælara