Allan fegnast um at steypaturkurin er liðugur (FM1)

(FM1) Hoyr kenda HB-fjepparan, Allan Samuelsen seta orð á steypasigurin

Her sæst Allan undir einum dysti hjá HB við Djúpumýrar í Klaksvík (Savnsmynd)

Her sæst Allan undir einum dysti hjá HB við Djúpumýrar í Klaksvík (Savnsmynd)

##med2##

Millum tey kendastu HB-viðhaldsfólkini er Allan Samuelsen, ið mong eisini kenna frá Countryfestivalinum og sjúkraflutningstænastuni.

Allan Samuelsen stórfegnast um, at 15 ára steypaturkur loksins er liðugur aftaná 3-1 finalusigurin móti Víkingi á Tórsvølli leygarkvøldið.

Allan Samuelsen vónir, at høvuðsvenjarin, Heimir Guðjónsson nú fæst at verða verandi í Føroyum nú hann hevur vunnið enn eitt heitið.

Um steypafinaluavrikið hjá HB sigur Allan Samuelsen, at hann vil ikki draga nakran spælara fram hjá HB. Sambært Allani var talan um eitt framúr gott liðavrik.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Allan Samuelsen aftaná finalusigurin var veruleiki. 

Her sæst Allan undir einum dysti hjá HB við Djúpumýrar í Klaksvík (Savnsmynd)

(Samrøða: Allan Samuelsen)