Íslendska hondbóltsfelagið KA, við tí føroysku høgru síðuni, hevur havt tað trupult heima á Akureyri í ár.
Í trimum heimadystum hevði KA bert fingið eitt stig áðrenn FH kom á vitjan á Akureyri í gjár.
Teir báðir føroyingarnir í KA, Allan Norðberg og Áki Egilsnes, kundu kortini fegnast um at hava vunnið tríggjar av fimm útidystum.
Á FM1 fríggjadagin gjørdi Áki Egilsnes greitt, at KA ætlaði sær at venda gongdini á heimavølli sunnudagin.
Sí eisini:
KA er við at stabilisera seg í bestu deildini (FM1)
Og í gjár kom so fyrsti heimasigurin. Teir báðir føroyingarnir skutu hvørt sítt mál í 31-27 sigrinum og klatraði nakað á stigatalvuni, har tað er tætt millum tey undir oddinum.
Tey bæði málini í part eru nakað færri enn vant. Høgri bakkurin, Áki Egilsnes er millum toppskjúttarnar í felagnum við 39 málum. Hann hevur spælt átta dystir.
Høgri vongurin, Allan Norðberg, hevur skotið 18 mál í sínum átta dystum.
Teir báðir føroyingarnir og KA fara til Reykjavíkar at spæla ímóti Vali mikukvøldið. Valur og KA liggja lið um lið mitt á stigatalvuni
Støðan í fremstu íslendsku deildini, Ólisdeildini, er soleiðis eftir vikuskiftið (hsi.is):'
NR | Lig | D | S | J | T | V.m | T.m | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Haukar | 8 | 6 | 2 | 0 | 207 | 14 | 14 | |
2 | Afturelding | 9 | 7 | 0 | 2 | 243 | 18 | 14 | |
3 | ÍR | 9 | 6 | 0 | 3 | 267 | 23 | 12 | |
4 | Selfoss | 8 | 5 | 1 | 2 | 244 | 2 | 11 | |
5 | FH | 9 | 5 | 1 | 3 | 248 | 5 | 11 | |
6 | ÍBV | 9 | 4 | 1 | 4 | 242 | 4 | 9 | |
7 | KA | 9 | 4 | 1 | 4 | 256 | 5 | 9 | |
8 | Valur | 9 | 4 | 1 | 4 | 228 | 20 | 9 | |
9 | Fram | 9 | 3 | 1 | 5 | 223 | 0 | 7 | |
10 | Stjarnan | 9 | 1 | 3 | 5 | 226 | -19 | 5 | |
11 | Fjölnir | 9 | 2 | 1 | 6 | 230 | -31 | 5 | |
12 | HK | 9 | 0 | 0 | 9 | 216 | -41 | 0 |