Allan skoraði fimm mál í málríkum heimasigri hjá KA

KA er bert málmunin frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til meistaraskapsendaspælið

Allan Norðberg skoraði fimm mál í heimasigri hjá KA á Fjølni (Mynd: ka.is)

Allan Norðberg skoraði fimm mál í heimasigri hjá KA á Fjølni (Mynd: ka.is)

Allan Norðberg gjørdi sítt tá lið hansara, KA á Akureyri spældi seinasta dystin undan vetrarsteðginum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Á heimavølli á Akureyri vunnu Allan Norðberg og liðfelagarnir 35-32 á Fjølnir, ið liggur næstaftast í deildini.

Allan Norðberg skoraði fimm mál fyri KA í dag. 

Í steðginum var KA á odda 20-15. Ta einu løtuna stóð á gomlum nøglum, tá støðan var 30-29 til KA, men seinastu løtuna knógvaði KA sigurin heim.

Sigurin merkir, at KA er bert málmunin frá at vera á áttanda plássinum, ið gevur rætt til at taka lut í endaspælinum um íslendska meistaraskapið.

Kappingin í Ólís-deildini byrjar aftur 29. januar komandi ár.

Støðan:

 

Lið:DystirMálmunur
Haukar14385:35523 stig
Afturelding14387:35922
Valur14382:33419
ÍR14427:39118
Selfoss14431:42717
ÍBV14391:37516
FH14407:38816
Stjarnan14369:38011
KA14 dystir386:40511 stig
Fram14336:3668
Fjölnir14370:4295
HK14350:4122

 

 

 

Allan Norðberg skoraði fimm mál í heimasigri hjá KA á Fjølni (Mynd: ka.is)