Allir hinir eru javnir aftan fyri Nevið Reyða

8-mannafør: Knørrur var fremstur í tøttu kappingini um næstfremsta plássið

Tað er eingin ivi um, hvør eigur bestu manningina í kappingini millum 8-mannaførini.

Nevið Reyða vann á norðoyastevnu, eystanstevnu og jóansøku, og aftur í dag var Nevið Reyða fyrst á mál.

Klaksvíkingar løgdu seg beinanvegin skutin undan hinum bátunum, og so var spurningurin ikki, hvør fór at vinna, men hvussu nógv Nevið Reyða fór at vera frammanfyri næsta bátin.

Á málinum var fjarstøðan aftur til hinar bátarnar hálvonnur bátslongd.

Spenningurin um næstfremsta málið var ógvuliga stórur.

Argjabáturin, Knørrur og Heiðabáturin fóru stavn um stavn fram ímóti málinum.

Tað var bara stavnurin millum bátarnar. Knørrur var fyrstur av teimum trimum, so var tað Argjabáturin og síðani Heiðabáturin, sum stóð seg nógvar ferðir betri, enn hann hevur gjørt higartil í ár.

 

1Nevið Reyða04:42.487
2Knørrur04:46.426
3Argjabáturin04:46.475
4Heiðabáturin04:47.134