Allir spælarar skulu vera negativt testaðir fyri at spæla

Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum

Í morgin verður fyrsti dysturin í 16. umfari, sum er útsett frá fyrr í ár og kemur tí eftir 17. umfar, sum var í farnu viku. Fótbóltssambandið hevur boðað øllum feløgunum og dómarunum frá, at allar partar skulu hava testað seg fyri koronu og fingið svar, ið er negativt fyri at kunna spæla.

- Øll feløgini og dómararnir hava fingið boð um, at øll, sum eru á dómaraseðilinum, skulu testa seg og hava fingið svar, áðrenn tey kunnu taka lut, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

 

Sum støðan er í løtuni, so er verður 16. umfar avgreitt í vikuni. Dystir verða týskvøldið, mikukvøldið og sunnudagin. Virgar Hvidbro sigur eisini við in.fo, at bara Betri deildin menn spæla komandi umfar. Tað vil siga, at eitt nú Betri deildin kvinnur og 1. deild menn ikki spæla komandi vikuskiftið.