Allison Becker skaddur í Liverpool-sigri

Premier League: Tað sær ikki gott út, sigur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool

Mynd: (Álvur Haraldsen) Allison Becker mátti fáa hjálp fyri at sleppa av vøllinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Allison Becker mátti fáa hjálp fyri at sleppa av vøllinum

Liverpool vann í gjár fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum í Premier League. Liverpool vann 4-1 á uppflytarunum úr Norwich. Støðan var longu 4-0 í hálvleikinum, men tey flestu tosaðu um, var skaðin hjá málverjanum Allison Becker.

Allison becker er ein lyklaspælari hjá Liverpool. Hann fór út, eftir at hann sparkaði til bóltin. Vandin er, at hann skaðin kann vera álvarsligur og málverjin má sita uttan fyri í nakrar vikur. Hann skal nú til fleiri skanningnar, áðrenn staðfestast kann hvussu leingi hann skal sita uttanfyri.

- Hann helt at okkurt rakti hann í tjúkkan, og tað er ikki ett gott tekin. Tað sær ikki gott út og hann verður hvørtfall ikki við mikukvøldið, kann eg sliga longu nú, sigur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool.

##med2##

Liverpool keypti fyrr í vikuni spanska málverjan, Adrian. Hann kom inn í staðin fyri brasilska landsliðsmálverjan. Tað var fyrsta málið í dystinum var sjálvmál, meðan Mohamed Salah, Vigil van Dijk og Divock Origi skoraðu hini málini fyri Liverpool. Málið hjá Norwich skoraði Temmu Pukki.

Liverpool spælir mikukvøldið móti Chelsea í Super Cup, sum er ein dystur millum vinnararnar av Champions League og Europa League.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Allison Becker mátti fáa hjálp fyri at sleppa av vøllinum

Mynd: (Liverpoolfc.com) Adrian fekk sínar fyrstu minuttir í nýggja felagnum longu í gjár